Føroyska U17 landsliðið hevur ikki bara leikt fótbólt seinastu dagarnar, avrikini á vøllinum hava verði sera góð. Men fyri at hugsað um annað enn fótbólt, hava dreingirnir fingist við ymiskt annað. Millum annað hava dreingir vitja úti í Tinganesi, har løgmaður tók sær stundir til eitt prát við okkara røsku landsliðsleikarar.
Undan dystinum móti Finlandi har, føroysku dreingirnir leiktu ein framúr góðan dyst sum endaði við javnleiki 0-0, høvdu teir vitjan av einastu verðuligu føroysku heimsstjørnuni Pál Joensen, sum júst er komin heim úr London. Pál greiddi frá hvussu hann í fleiri ár miðvíst hevur fyrireika seg fram til stórar kappingar, og serliga Olympisku Leikirnar.
Eisini greiddi Pál frá hvat skal til um ein skal gera seg millum heimsins bestu ítróttarfólk, tað er eingin lættur vegur til stór avrik undirstrikar Pál, tað krevur áhaldandi hart arbeið fyri at gerst betur, og tað er líkt til at ungu mennirnir hava tikið okkurt til sín.









