Í dag verður lutakastið til EM endaspælið fyri U17 landslið. Púra óvæntað hevur føroyska landsliðið við dreingjum vunnið seg víðari til sjálvt endaspælið. Fyrst við at koma víðari úr innleiðandi bólkinum og síðani at blíva nummar tvey í undankappingarbólkinum, sum var á Kýpros.
Bólkur B: Føroyar, Frakland, Skotland og Ungarn
Í dag er lutakastið. Londini í 1. potti eru Kroatia, Ongland, Frakland, Týskland, Skotland, Holland, Írland og Spania. Í potti tvey eru Ungarn, Noreg, Italia, Serbia, Turkaland, Ukreina, Bosnia/Hersigovina og Føroyar.
Undan lutakastinum er greitt, at Kroatia verður styrkismett og verður í bólki A. Sjey vinnarar og Kroatia fáa tvey pláss í teimum fýra bólkunum, men lægst stykismetti vinnarin grundað á úrslit í undankappingini, Ungarn, og teir sjey 2'arnir verða somuleiðis deildir í teir fýra bólkarnar. Føroyar og Noreg eru við fyri fyrstu ferð.
In.fo fylgir lutakastinum her:
Bólkur A: Kroatia, Spania, Turkaland og Italia
Bólkur B: Føroyar, Frakland, Skotland og Ungarn
Bólkur C: Týskland, Írland, Bosnia/Hersigovina og Serbia
Bólkur D: Ongland, Holland, Noreg og Ukreina
17.24: Føroyar eru í bólki B saman við Ungarn, Fraklandi og Skotlandi.
17.15: Fyrrverandi málslúkurin á kroatiska landsliðnum, Davor Šuker, hevur hvat orðið. Nú verður tað hvørja løtu, at lutakastið byrjar. Áki Johansen og Andras K. Thomassen eru til lutakastið, sum er í Zagreb í Kroatia.
Undan lutakastinum:
Áki: Líka mikið hvørjum vit møta
Nú er greitt hvørji tey 16 londini eru, ið skulu til EM-endaspælið fyri U17-landslið við dreingjum. Sigast má, at føroyska liðið er komið í fínt selskap, og venjarin heldur, at tað er líka mikið, hvørjum londum Føroyar koma í bólk saman við
Týsdagin vórðu seinastu bólkarnir í Úrvalskappingini (Elite Round) spældir, og nú er greitt, hvørji tey 16 londini verða, sum skulu til EM-endaspælið fyri U17-landslið við dreingjum.
Kroatia, Bosnia/Hersigovina, Ongland, Frakland, Týskland, Ungarn, Italia, Holland, Noreg, Írland, Skotland, Serbia, Spania, Turkaland, Ukreina og Føroyar verða í pottunum hjá UEFA mánadagin 3. apríl, tá lutakast verður um, hvussu spælast skal í endaspælinum.
Vert er at leggja til merkis, at Portugal, sum í fjør vann evropameistaraheitið fyri U17-landslið, ikki hevur spælt seg víðari til endaspælið hesaferð. Sjey av átta 2’arum í Úrvalskappigni sluppu víðari, og tá stóðu portugisar eftir við svartaperi.
- Ein bólkur kundi verði Týskland, Spania, Italia og Føroyar. Vit kunnu eisini koma í bólk saman við Hollandi, Ungarn og Bosnia. So tað er eitt sindur líka mikið, hvørjum vit skulu møta, tí talan verður undir øllum umstøðum um tríggjar stórar avbjóðingar og upplivingar fyri okkara framurskarandi ungu og røsku dreingir, sigur Áki Johansen, venjari hjá føroyska U17-landsliðnum.
Lutakastið verður skipað soleiðis, at tveir 1’arar og tveir 2’arar úr Úrvalskappingini koma í hvønn bólk. Talan verður um fýra bólkar við fýra londum. Týskland, Spania, Frakland, Holland, Turkaland og Ongland hava vunnið kappingini fyrr. Hesi lond hava altíð rættuliga sterk ungdómslandslið, og eru tí uttan iva millum favorittarnar.
- Nú fara vit at fyrireika okkum so væl sum tilber, og tað skal eingin ivi vera um, at vit vera klárir til EM-endaspælið. Dreingirnir hava longu prógvað, at teir eru til reiðar at spæla ímóti øðrum stórum fótbóltstjóðum, og at alt ber til, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.
EM-endaspælið verður í Kroatia frá 3. til 19. mai.










