Hetta gjørdist greitt, tá dreingirnir vunnu við einum máli móti ongum á Hetlandi.
Einsamalla málið í dystinum stóð Jógvan Nolsøe úr HB fyri. Tá var seinni hálvleikur ein minutt gamal.
Hálvfinalan verður leikt í morgin klokka 16.00 ímóti einum fronskum liði. Seinastu tvey árini hevur tað eydnaðst føroyingum at vinna seg í finaluna, og vónandi verður bragdið endurtikið í morgin.