U17 genturnar vunnu trygt á Íslandi

Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum vann í morgun fjórðingsfinaluna ímóti Íslandi 3-1 í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

 

Liðið tryggjaði sær hálvfinaluplássið við at vinna settini soleiðis: 25-13 , 25-10, 12-25 og 25-20.

 

Tvey tey fyrstu settini hevði Føroyar dystin ímóti Íslandi fullkomuliga undir kontroll, og vunnu trygt, men í triðja settið kom Ísland sera væl inn í dystin og vann settið heili 25-12 – ein rættuligur niðurtúrur hjá føroysku gentunum.

 

Men í fjórða settinum fann liðið aftur tað rætta spælið fram og vann settið 25-20 og harvið dystin 3-1

 

Hálvfinalan verður leikt klokkan 18.30 í kvøld, og mótstøðuliðið er Danmark, sum vann sín bólk í innleiðandi umfarinum.

 

Dreingirnir eru eisini komnir í hálvfinaluna. Teir spæla klokkan 16 móti Noregi. 

 

Báðir dystirnir síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.

 

Í hinari hálvfinaluni spæla Finland og Noreg.

 

Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:

KÍF:

Zoe Elisabeth Dickson

 

Fleyr:

Vár Rajani Færø

Barbara Káradóttir Durhuus

Bjarta Jákupsdóttir

 

SÍ:

Inga Helena Henriksen

Janna Falkvard

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

 

TB:

Johanna Christiansdóttir

 

Úr Danmark:

Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)

Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)

Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)

Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.