U17 genturnar vunnu á Moldova

U17 kvinnulandsliðið hevur í dag vunnið landsdyst ímóti Moldova í EM-undankapping, sum verður spæld í Moldova.

 

Hetta var triði og seinasti dysturin hjá Føroyum í hesi EM-kappingini. Fyrsti dysturin endaði við stórtapi ímóti Fraklandi, sum var nógv tað sterkasta liðið í kappingini, og síðani taptu Føroyar tepurt ímóti Wales. Dysturin endaði 1-0, men føroyska liðið helt seg hava betri uppiborið í tí dystinum.

 

Í dag var so seinasti møguleiki at fáa nakað stig burtur úr kappingini, og tað eydnaðist føroyska liðnum at koppa vertunum í Moldova. Eitt mál kom í dystinum, og tað fingu Føroyar longu í 10. minutti. Føroyar vunnu bóltin á miðvøllinum og fóru í kontraálop, Eyðvør Klakstein dró fram við einum mótspælara og spældi Mariannu Jacobsen leysa. Hon tók bóltin við sær inn í brotsteigin og sendi trygt fram við málmanninum og í málið.

 

Dysturin var javnur. Bæði liðini høvdu aðrar royndir móti málinum, men føroyska liðið hevði munin, helt tætt og vann harvið dystin 1-0. Føroyar, Wales og Moldova fingu øll 3 stig, meðan Frakland vann kappingina við 9 stigum. Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroya fríggjadagin.

 

EM-undankappingardystur

Moldova-Føroyar 0-1 (0-1)

0-1: Marianna Jacobsen, 10.

Lea Reginsdóttir - Vár Næs, Anna Brimnes, Marta S. Thomsen, Elsa Jacobsen - Brynja Høj, Marianna Jacobsen, Eyðvør Klakstein (liðsk.), Maria K. Thomsen, Ásla Johannesen (Katrina Akursmørk , 79.) - Margunn Lindholm

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Hanna Poulsen, Helga Kjærbo, Bjørt Magnussen, Johanna Lervig, Kára Jarnskor, Dania Olsen