U17: EM undankapping á Hálsi

Russland, Kekkia, Ísland og Føroyar spæla U17 EM undankapping í kvinnuhondbólti á Hálsi í hesum mánaðinum

Frá 13. mars til 15. mars verður U17 EM undankapping í kvinnuhondbólti í høllini á Hálsi. Liðini, sum eru við í kappingini eru umframt Føroyar; Russland, Kekkia og Ísland.

 

Les eisini: U17 landsliðið úttikið

 

Talan verður um trý umfør, so øll liðini spæla eina ferð um dagin, meðan undankappingin er í gongd. Hvønn dag eru so tveir dystir. Ein verður klokkan 17, meðan seinni dysturin verður klokkan 19.

 

Skráin sær soleiðis út:

 

Fríggjadagin 13. mars:

Kl. 17.00 Russland - Kekkia

Kl. 19.00 Ísland – Føroyar

 

Leygardagin 14. mars:

Kl. 17.00 Russland - Ísland

Kl. 19.00 Kekkia – Føroyar

 

Sunnudagin 15. mars:

Kl. 17.00 Kekkia - Ísland

Kl. 19.00 Føroyar – Russland

 

Nr. 1 og 2 í bólkinum vinna seg víðari til endaspælið, sum verður í Makedonia í august 2015.  Venjarar hjá føroyska U17 landsliðinum eru Oliver Jensen og Bárður Johannesen.