16 ára gamli Magnus Holm Jacobsen sat uttanfyri við leikbanni, tá Føroyar taptu fyrsta dystin í EM endaspælinum móti Skotlandi. Orsøkin var, at hann bleiv útvistur í avgerandi dystinum í Elite Round, tá hann fekk sítt seinna gula kort heilt móti endanum.
Les eisini: Upptakt og væntandi liðið móti Fraklandi
- Tá var fokus hjá mær farið og eg feldi ein spælara, sum fór framvið. Eg tók ein fyri liðið kundi tú sagt, sigur Magnus Holm Jacobsen.
Tað hevur verið ringt at sita uttanfyri og fylgt liðfeløgunum, meðan hann hevur havt leikbann. Nú er hann tøkur aftur og alt bendir á, at hann spælir á miðvøllinum í morgin.
- Tað var nervapirrandi at sita uttan fyri til dystin móti Skotlandi. Nú eri eg fokuseraður upp á at vera við til dystin móti Fraklandi, sigur Magnus Holm Jacobsen, undan seinastu venjingini hjá U17 landsliðnum fyri dystin móti Fraklandi.
Les eisini: (Rás2) Ferðafrásøgn úr Kroatia
Ungi miðvallari hevur longu spælt sínar fyrstu minuttir í bestu deildini fyri B36. Tað er nakað øðrvísi enn at spæla ungdómsfótbólt.
- Tað er fínastasalg og tú spælir í høgum tempo, sum eg ikki vænti at allir klára. Leikferðin er væl hægri enn í 1.deild, U18 og U16, sigur Magnus Holm Jacobsen.
Hann er ein verjukendu rmiðvallari, sum er sterkur á bóltinum og hevur góðar avleveringar. Hann er heldur ikki bangin fyri at bjóða av í nærdystum og geva ilt av sær. Hann ætlar sær eisini stig í dystinum í morgin – sjálvt um mótstøðan er Frakland.