U17 dreingirnir spæla um NM

Føroya U17 landsliðið hjá dreingjum, sum herfyri vann altjóða kapping í Aberdeen, skal hesa vikuna spæla um norðurlendska meistaraheitið Leygardagin fóru U17 spælararnir til Danmarkar, har NM fyri U17 verður spælt í Vejle næstu vikuna.

Fyrsti dysturin hjá føroyska liðnum verður spældur í dag móti Noregi á Hedensted Stadium.

Í morgin spæla Føroya ímóti vertunum úr Danmark, og hesin dysturin verður spældur á Ikast Stadium.

Seinasti dysturin í bólkaspælinum verður leiktur hósdagin móti Belgia á Haderslev Stadium.

Leygardagin verða plaseringsdystir og finalan spæld. Føroyska ferðalagið verður heima aftur sunnudagin seinnapartin.