Tað verður væntað, at heilt fitt av áskoðarum koma til finaluna í kvøld. Tað er sjálvsagt tí at Svøríki spælir á heimavølli, og tí at hondbóltsungdómar úr øllum heiminum eru í Gøteborg til Partille Cup kappingina, í hesum døgum.
Á sosialu miðlunum verður tosað nógv um føroyska u17-liðið, sum óvæntað hava spælt seg í finaluna í kappingini. Andreas Stockenberg, sum hevur verið venjari hjá svenska stórfelagnum IK Sävehof, sigur á twitter, at hann aldrin hevði trúð at hann fór at síggja eitt føroyskt lið í finaluni í hesi kappingini. Hann sigur eisini, at hettar er tað liðið, sum hevur spælt best, og í roynd og veru eru teir eisini favorittar til at vinna finaluna.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Um føroyska liðið er favorittur ella ikki, er ilt at siga. Svenska liðið hevur spælt væl og hava góðar leikarar á øllum plássum. Tað er ikki óhugsandi, at vit fara at vinna í kvøld, men tað krevur, at føroysku leikararnir spæla ein góðan dyst.
Tað er eingin ivi um, at óansæð sigur ella tap, hava teir avrikað nakað sum er vert at skriva í søgubøkurnar. Hettar er eitt bragd.