U17 bukaðir av Írlandi

Føroyska U17-landsliðið í fótbólti hevur júst tapt 4-0 móti Írlandi í innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini.

 

Írska liðið var nógv betri og sambært heimasíðuni hjá UEFA hevði føroyska liðið ikki so mikið sum eitt skot upp á mál í dystinum.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0 til Írland, men beint eftir hálvleik skoraðu írar tvey mál afturat.

 

Írsku málini skoraðu Aaron Connoly í 9. og 23. minutti, Adam Idah í 41. minutti og Jordan Doherty í 43. minutti.

 

Føroyska landsliðið hevur havt ilt við at koma til Kýpros seinastu dagarnar orsaka av sandstormi á Kýpros. Eftir ætlan skuldu teir lenda á miðjarðarhavsoynni sunnudagin, men komu ikki fram fyrr enn seinnapartin í gjár.

 

Fríggjadagin spæla Føroyar móti Kýpros klokkan 13.15 føroyska tíð og næsta mánadag móti Slovakia klokkan 13.00 føroyska tíð.

 

Hin dysturin í bólkinum endaði við 2-1 sigri til Slovakia móti Kýpros.