Hetta vikuskiftið hevur U16-manslandsliðið í hondbólti dystir fyri framman í Edinburgh í Skotlandi. Føroyska ungdómslandsliðið skal spæla tríggjar dystir ímóti ávíkavist U16- og U18-landsliðnum hjá Skotlandi, og síðani eisini ímóti U16-landsliðnum hjá Bretlandi.
Hondbóltssambandið skrivar, at skotska hondbóltssambandið hevur boðið føroyska liðnum niður í samband við, at ein nýggjur ítróttardepil letur upp í Edinburgh. Kappingin er ein liður í at fyrireika ungu leikararnar til framtíðar avbjóðingar so sum EM- og HM-landsliðshondbólt, tá ið teir einaferð gerast eldri.
Leikskráin hjá føroyska U16-landsliðnum er soljóðandi:
Fríggjadagin 23. sep kl. 19.30 Føroyar U16 – Skotland U18
Leygardagin 24. sep kl. 16.00 Føroyar U16 – Skotland U16
Sunnudagin 25. sept kl. 10.00 Føroyar U16 – Bretland U18
Venjararnir báðir, Mark Lausen-Marcher og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið hesar 16 leikararnar:
Málverjar:
Jón á Argjaboða, Neistin
Rókur H. Joensen, Neistin
Útileikarar:
Tróndur Mikkelsen, Neistin
Gilli Holm, Neistin
Dánjal Ragnarsson, Neistin
Johannes Bjørgvin, Neistin
Jóhan Hansson, Neistin
Jákup N. Olsen, VÍF
Heini á Heygum, VÍF
John Haldansen, VÍF
Sakaris Aniano Sakarisson, H71
Jóan Pauli Patursson, Kyndil
Hørður Lognberg, ÍA
Martin Danielsen, Tjaldur
Hendrikur Davidsen, Tjaldur
Høgni Fríðuson Gaard, Skjern