U16-kvinnurnar vunnu fyrsta dystin í European Open

Føroysku U16-hondbóltskvinnurnar knógvaðu Finnlandi fyrr í dag

Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo

Føroyska U16-kvinnulandsliðið fekk fyrsta sigurin í European Open kappingini í Gøteborg í Svøríki, tá tær fyrr í dag vunnu 22-18 á Finnlandi í niðara millumspælinum.

 

Heimasíðan hjá Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis um dystin: - Føroyska liðið byrjaði dystin væl og legði seg fram um 4-1, áðrenn Finnland svaraði aftur til 4-4. Tað var serliga um miðjan fyrra hálvleik, at okkara gjørdu eitt hál og løgdu seg fram um við fleiri og fóru til hálvleiks við 16-10. Seinni hálvleikur var meira javnur og var spælið til tíðir ósamanhangandi og nervøst. Finland minkaði nakað um munin, men megnaðu okkara at halda fast og vunnu at enda við fýra málum. Í morgin eru tveir dystir á skránni. Kl. 10.00 spæla Føroyar og Ísland og kl. 14.00 Føroyar og Lettland.


Úrslit og støður frá European Open síggjast her:

W16 European Open (eurohandball.com)

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

Silja Geirsdóttir Eystberg 6

Katrin Hansen 3

Rakul Borgarlíð Joensen 3

Ró Reginsdóttir 3

Helena Magnusardóttir 2

Agatha Djurhuus 2

Fjóla Skaalum Vilhelm 1

Sára Sóleyardóttir Hórðará 1

Joan Johannesen 1

 

Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo