U16 dreingir á venjingarlegu í Íslandi

U16 dreingirnir hjá Havnar Bóltfelag fóru fyrr í dag av landinum. Ferðin gongur til Íslands, har dreingirnir skulu í venjingarlegu.

 

Umframt at tveir venjignardystir eru á skránni, so skulu dreingirnir eisini venja í fótbóltshøll.

 

– Okkara dreingir vitja FH á Hafnafyrði, og koma heim aftur mándagin 4. apríl, skrivar HB.