Føroyska U15-landsliðið við dreingjum vann eisini seinna venjingardystin móti Liktinstein. Úrslitið gjørdist 3-1 til Føroyar. Hjarnar Johansen, Óli Mittún og Rani W. Sørensen gjørdu føroysku málini
- Okkara vóru betri, og báðir sigrarnir vóru fult uppibornir. So eg eri sera væl nøgdir við tað, sum hesir ungu dreingir hava víst seinastu dagarnar, sigur U15-landsliðsvenjarin, Øssur Hansen við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyska U15-landsliðið við dreingjum hevur síðstu dagarnar verið í Liktinstein, har tveir venjingardystir hava verið á skránni. Hósdagin vunnu Føroyar 4-3, og leygardagin vóru okkara dreingir aftur omaná. Tá gjørdist úrslitið 3-1 til Føroyar.
Hjarnar Johansen, Óli Mittún og Rani W. Sørensen gjørdu føroysku málini.