U15 vann triðja stórsigurin

Føroyska U15 landsliðið vann mikukvøldið enn ein stórsigur í Aberdeen International Football Festival
Seinasti dysturin í bólkaspælinum hjá U15 landsliðnum var ímóti russiska liðnum Gomel, og aftur í kvøld vunnu Føroyar stórt.
Tað var greitt frá byrjan, at stórur munur var á liðunum, og tá ið dómarin bríkslaði seinastu ferð, høvdu Føroyar skorað 11 ferðir.
Gilli Sørensen úr TB (myndin) skoraði 4 mál, Helgi Samson úr KÍ 3, Jógvan Skeel úr HB 2, og Heini Vatnsdal úr VB/TB/S og Sørmund Kalsø úr KÍ hvør sítt.
Føroyar vunnu sín innleiðandi bólk við fullum stigatali og spæla fríggjadagin hálvfinalu í kappingini.