U15 tapti eisini seinna dystin

Avrikið var munandi betur, men at enda mátti U15 landsliðið lúta fyri Aberdeen í altjóða fótbóltskapping í Skotlandi Fyrra dystin í dag tapti U15 3-1 ímóti Lewis United, og seinnapartin vóru vertirnir í Aberdeen á skráni. Dysturin endaði við 2-1 sigri til Aberdeen.

Hesaferð var dysturin javnari, og føroyska avrikið munandi betur. Aberdeen kom á odda, men Ísak Simonsen javnaði við brotssparki.

Síðani gekk báðar vegir, men tað var Aberdeen, sum fekk sigursmálið seint í dystinum.

Aberdeen International Football Festival heldur fram í morgin.