U15: Sólja Ernstsdóttir avgjørdi við dreymamáli

Skála vann Eilif Arge steypið við einum sonnum dreymamáli frá Sólja Ernstsdóttur

Skála hevur vunnið steypafinaluna hjá U15 gentum. Tær vunnu 1-0 á HB, sum í dag hevur fingið tvey silvurheiðursmerki. KÍ fór avstað við Blaðberasteypinum hjá U17 dreingjum fyrr í dag.

Tað, sum ikki riggaði hjá HB í finaluni um Blaðberasteypið, riggaði heldur ikki, tá U15-genturnar hjá teimum reyðu-svørtu fóru á vøllin at dystast við Skála um Eilif Arge steypið. Aftur var talan um ein javnan dyst, har tað heldur var HB, ið hevði størstu málmøguleikarnar. Meir enn ta einu ferðina raktu HB-genturnar træverkið, ella fekk málverjin hjá Skála, Katarina Berg Mikkelsen vart fyri.

Avgerin fall tá fýra minuttir vóru eftir at spæla. Sólja Ernstsdóttir tók sakina í egnar hendur tá hon streyk avstað, og við góðum skoti uttavert brotsteigin langaði hon bóltin í málið. Hon rakframvið at kalla allari verjuni hjá HB, og talan var um hegnisligt og gott skot, tá hon sendi bóltin upp í handara málihornið.

Úrslitið gjørdist 1-0 til Skála, sum harvið vann Eilif Arge steypið 2020.