Føroyska U15 landsliðið hjá dreingjum spældi í kvøld fyrsta dystin av trimum, sum eru á skránni á íslandsferðini. Íslendingar hava valt at gera trý lið burtur úr teirra bruttohópi og nevnt liðini Ísland 1, 2 og 3.
Soljóðandi teldubræv er sent Hondbóltssambandi Føroya úr Íslandi frá Onnu Dam, sum er partur av venjaratoyminum.
»Fyrsti landsdysturin fyri U15 landsliðið hjá Føroyum og Íslandi er just liðugur og sigast má, at tað gekk okkum sera væl. Vit gjørdu ikki mætari, enn at vinna við heili 8 málum. Endaliga úrslitið gjørdist 37 29, eftir at vit í hálvleikinum vóru á odda 23 13. Liðið hjá okkum er mannað við dreingjum føddir '95 og '96, umleið helvtin av hvørjum. Øll trý liðini hjá íslendingum er mannað við '96-arum og einkultum '97-arum.
Leikgongdin í dystinum var annars tann, at liðini fylgdust nøkulunda hálvan fyrra hálvleik, tó við eini yvirvág til okkum. Men so tóku vit dik á okkum og gjørdu eitt ordans hál beint áðrenn hálvleik og komu á odda við 10 málum.
Seinni hálvleikur gjørdist sera javnur. Liðini fylgdust nærum allan hálvleikin. Beint áðrenn dystarlok fingu íslendingar nøkur mál, so støðan gjørdist ein 8 mála sigur. Samanumtikið var dysturin sera góður, sæð við føroyskum brillum. Dreingirnir vardu sum úlvar og tá vit so fingu fatur í bóltinum, vóru vit skjótir avstað. Serliga vóru nøkur drápilig útkast frá Tóka, sum øll endaðu í okkara hondum og harfrá í málinum. Men útyvir tað, so leiktu allir leikararnir ein sera, sera góðan dyst. Tá verður hugsað um bæði verju og álop«.
Spennandi verður at síggja hvussu tað fer at gangast móti hinum liðunum hjá Íslandi. Føroyska liðið hevur fyrireikað seg sera væl, hópurin hevur havt málrættaða felagsvenjing seinastu 2-3 árini, sum Anna Dam, Gunnar Djurhuus og Ingi Olsen hava staðið fyri. Eisini hava tey fingið góða hjálp frá Erlu Olsen og Brynhild Seloy.
Teir ið skulu málini vóru hesir: Áki Egilsnes 13, Jónas Djurhuus 7, Andor Sivertsen 6, Búgvi Johansen 2, Julian Olsen 2, Kjartan Johansen 2, Tummas Sørensen 2, Helgi Hoydal 1, Beinir Ólavsson 1 og Hanus Christophersen 1, skrivar Hondbóltssamband Føroya.