U15: Javnleik í evstu løtu

U15 landsliðið hjá dreingjum spældi í gjár 3-3 ímóti Haderslev FK

Í gjár spældi føroyska U15-landsliðið við dreingjum javnleik 3-3 í fyrsta dystinum í Esbjerg Elite Cup. Føroysku málskjúttarnir vóru Mattias Weihe Joensen, sum gjørdi tvey mál, og Súni Hansen. Tað var annars ikki fyrr enn í seinastu løtu, at javnleikurin kom í hús, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Mótstøðuliðið, sum var Haderslev FK, kom á odda 1-0, 2-1 og 3-2, men okkara dreingir góvu ongantíð skarvin yvir. Mattias Weihe Joensen javnaði til 1-1, Súni Hansen skoraði til 2-2, og tá ein minuttur var farin út yvir vanligu leiktíðina, var Mattias aftur upp á spæl, og javnaði til 3-3.

  

Sagt verður FSF, at Esbjerg Elite Cup er ein sterk kapping, har bara úrvalslið, ið fáa innbjóðing til kappingina, sleppa at luttaka. Komandi dystur í kappingini verður í dag, tá skal føroyska liðið spæla ímóti Vejle. Triði dysturin í bólkaspælinum verður fríggjadagin, tá Lyngby er mótstøðuliðið.