U15 í finaluni í Aberdeen

Hósdagin spældi føroyska U15 landsliðið hálvfinalu í Aberdeen International Football Festival. Føroyar vunnu dystin ímóti Hetlandi og spæla finalu leygardagin

U15 landsliðið vann 4-1 á Hetland, eftir at støðan hevði verið 2- 0 í hálvleikinum. Málskjúttar vóru Gilli Sørensen úr TB, sum gjørdi tvey mál, Remi Langgaard úr NSÍ(myndin) og Heini Vatnsdal úr TB/VB/S.

Úrslitið hevur við sær, at Føroyar skulu spæla finalu ímóti Ross County leygardagin kl. 12.00.