U15 dreingir: SÍ er FM vinnari

Sørvingar eru FM vinnarar í bókinum U15 hjá dreingjum

Dreingirnir hjá SÍ hava vunnið FM í aldursbólkinum U15. Sørvingar vunnu 3-0 á Fleyr í finaluni, sum bleiv spæld í Trongisvági. SÍ vann rímiliga greitt í fyrsta setti og øðrum setti, men tað stóð nógv á í triðja setti, har tað endaði 26-24.

 

Sostatt eru sørvingar fyrstu FM vinnararnir í dag. Fyri SÍ bleiv Hjørtur Joensen valdur til besta spælara, meðan Dan Eyðun K. Saxov bleiv valdur til besta spælara hjá Fleyr.

 

Dreingir U15:

SÍ-Fleyr 3-0

(25-16, 25-11,26-24)

 

Mynd: (Flogbóltssambandið) Aftast frá vinstru: Ari í Haraldstovu Petersen, Jógvan Kári Birgirson Lauritsen, Hjørtur Joensen, Tóki í Haraldsstovu.  Miðja frá vinstru: Einar Thorgrímsson, Róar Egholm Anderson, Bjarni Joensen, Elias Petersen.  Fremst frá vinstur (húkandi)