Føroyska U15 landsliðið við dreingjum luttekur um vikuskiftið í KUV-kappingini í Vejle.
Fríggjadagin spældi liðið móti Vejle, men tapti 1-0.
- Hóast tap, eru vit nøgdir við innsatsin hjá okkara leikarum. Talan var um ein javnan dyst, við málmøguleikum til báðar partar, og við eitt sindur av hepni og neyvleika høvdu okkara eisini komið á máltalvuna, segði Eli Hentze við fsf.fo Eli Hentze stendur, saman við Hegga Samuelsen, á odda fyri føroyska U15-landsliðnum við dreingjum.
Leygardagin stríddist U15 landsliðið mannliga móti Fredericia, men endin gjørdist tó eitt 0-4 tap fyri danska liðnum.
Seinni í dag skal føroyska liðið spæla móti Helsingborg IF. Seinasti dysturin verður spældur í morgin, og spælararnir verða aftur í Føroyum sunnukvøldið.
Fleiri myndir frá dystunum eru at síggja á fsf.fo og á facebookvangamyndini hjá FSF.