U13 genturnar hjá HB skrivaðu søgu

HB vann fyrstu steypakappingina fyri Gentur U13. Í finaluni vann HB 4-1 ímóti 07 Vestur.

HB vann fyrstu steypakappingina fyri Gentur U13. Í finaluni vann HB 4-1 ímóti 07 Vestur. Fríða M. Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB, meðan Maria D. Eystberg og Silja G. Eystberg gjørdu hvør sítt. Málið hjá 07 Vestur skoraði Lisa Haraldsen

Í ár er fyrstu ferð at Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri steypakapping fyri Gentur U13. HB og 07 Vestur komu í finaluna, sum varð spæld á Tórsvølli mikudagin, og úrslitið gjørdist 4-1 til HB, sum var á odda 3-1 í hálvleikinum.

Fríða Magnusardóttir Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB, meðan Maria Dahl Eystberg og Silja Geirsdóttir Eystberg gjørdu hvør sítt. Einsamalla málið hjá 07 Vestur skoraði Lisa Haraldsen.