U-liðini ella Svangaskarð

Ella kanska bæði. Tað tykist vera einasta gongda leiðin, um nakrar munagóðar broytingar skulu gerast í verandi FSF-rakstrinum, um rúm skal verða fyri at luta meira pening út til feløgini

Roknskaparanalysa

Skulu føroysku fótbóltsfeløgini hava fleiri pengar úr kassanum hjá FSF, so eru neyvan fleiri enn tveir vegir til hesar. Snøgt sagt, so má talan annað hvørt verða um fleiri inntøkur. Ella eisini mugu skerjingar gerast í rakstrinum.
Tí hóast FSF á pappírinum er ein sera solventur felagsskapur við einum eginpeningi á góðar 18 mió kr., so er talan ikki um nakran ríkan felagsskap. Tað eru nevnliga tvær høvuðsorsøkir sterku fíggjarstøðuna. Og hvørgin hevur nakað við raksturin anno 2006 at gera.
Fyrst og fremst, so hevði tað veldugar stuðulsupphæddir frá UEFA við sær, tá FSF-húsið við Tórsvøll varð bygt. Hesar upphæddir vórðu bókaðar á eginpeningskontina hjá FSF - tær minka jú ikki um virðið á bygninginum - sum soleiðis gjørdist væl og virðiliga positiv um júst tað mundið, sum fíggjartrotið í FSF-kassanum var størst.

Einki jackpot
Hartil skoraðu Føroyar rættiliga jackpot, tá lutakastið fyri fýra árum síðani potaði okkum í bólk við Týsklandi. Talan var tá framvegis um gomlu avtaluna við sports-five, sum í nógv størri mun enn í dag sveiggjaði eftir, hvørji mótstøðulið Føroyar fingu. Hepna lutakastið tveitti knappar 4 mió eyka í FSF-kassan, og saman við stuðlinum til bygningin svarar hetta hampuliga neyvt til eginpeningin hjá FSF, sum hann er í dag.
Nýggja avtalan gevur ikki somu møguleikar fyri einum ordans jackpot í lutakast-eydnuspælinum, og tí ber illa til, at FSF skal vinna sær meira pening tann vegin. Aðrar upphæddir, sum Føroyar fáa úr altjóða luttøkum sínum eru pengar, sum eru beinleiðis oyramerktir til landsliðsarbeiðið, og sum tí ikki kunnu lutast út feløgini.
Talan skal tí helst verða um skerjingar, um botnlinjan skal betrast nakað munandi. Fyrisitingarliga eru neyvan tær stóru sparingarnar at finna. Herdu FIFA- og UEFA-krøvini krevja heilt einfalt, at fyrisitingin er á einum nøktandi støði, og tí eru øktu lønarútreiðslurnar (2.093 tkr. í 2005) neyðugar. Illa ber til at hugsa sær aðrar stórvegis sparingar í fyrisitingarkostnaðunum, sum telja útreiðslur til telefon, ferðing og uppihald í samband við altjóða fundir, kostnaður av húsunum v.m. Verða staðfestu tølini sammett við rakstrarætlanina, so framgongur eisini, at talan hevur verið um eina rættiliga neyva fíggjarstýring. Nakað sum plagar at bera boð um eina væl trimmaða umsiting.
Tí er nærum einasta skerjingin, sum kann fremjast í postinum fyri fyrisitingarútreiðslur, stuðulin til feløgini. Hesin var í 2005 1.018 tkr., og tað er nokk ikki ætlanin, at hesin skal skerjast í hesum roknistykkinum.

Óhepnar landsliðsskerjingar
Tí ber nærum bara til at fremja munandi skerjingar í landsliðspostunum. Ein útreiðslupostur, sum í 2005 taldi 7.365 tkr. av samlaðu útreiðslunum á 15.623 tkr. At gera stórvegis skerjingar í arbeiðinum kring A-landsliðið er neyvan hugsandi. Nakrar atfinningar hava verið mótvegis venjingarleguni í Florida, sum onkur hevur mett sum eina kostnaðarmikla ferð. Men veruleikin er, at einastu útreiðslurnar, sum FSF ber av hesari, eru uppihald og endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hjá spælarum og leiðarum. Og tað eru útreiðslur, sum eru á leið óbroyttar, líka mikið hvar ein venjingarlega verður hildin. Og í sambandi við undankappingardystirnar eru neyvan nakrar stórvegis sparingar at heinta. Heldur kann talan gerast um tvørturímóti, skuldu Føroyar fingið eitt nú Kasakhstan og Cypros ella Malta - og kanska eisini Ísrael í okkara bólk til næstu undankapping!
Nettokostnaðurin av kvinnu- og U-landsliðunum, soleiðis sum tað framgongur av talvu her á síðuni, verður í roknskapinum uppgjørdur til 1,6 mió kr. Sjálvandi kunnu sparingar fremjast í hesum, men tað hevur so sanniliga sínar avleiðingar. Fyrst og fremst fyri menningina av føroyskum fótbólti. Landsliðsarbeiðið við yngru spælarunum er bygt upp yvir drúgva tíð, og tað vildi verið eitt bakkast av dimensiónum, um hetta verður kvett.
Hartil kann tað verða sera óheppið fótbóltspolitiskt, um slíkar skerjingar verða gjørdar. Atkvøðurætturin á UEFA-fundum er tengdur at, at limalandið í minsta lagi hevur tvey U-landslið. Hartil skal havast í huga, at tað longu í verandi støðu er sera óheppið politiskt, at Føroyar sum einasta UEFA-land ikki hava eitt U-21 landslið. At gera skerjingar í U-landsliðnum vildu sett Føroyar at kalla í skammikrók í hesum høpi.

Tórsvøllur og/ella Svangaskarð
Spurningurin er so, hvørt tað er gjørligt at fremja nakran inntøkuvøkstur innan landoddarnar, tá hesir ikki tykjast gjørligar uttanífrá.
Her hevur fleiri ferðir verið havt á munni, at tað átti at skapt eyka inntøkur, um allir landsdystir vórðu spældir á Tórsvølli. Hetta tí fólkatilfeingið náttúrligt er størri í Havn enn á Toftum. Hartil tekur Tórsvøllur nakað væl fleiri áskoðarar enn Svangaskarð. Og hartil kann ein sparing sjálvandi finnast, um leigupeningur bert skal rindast fyri ein vøll.
Eisini her tykist spurningurin tó vera, hvussu nógv er at vinna. Partvíst, so er FSF fyri komandi tvey árini bundin at sáttmálum við bæði Tórsvøll og Svangaskarð. Sáttmálarnir innibera fast gjald, og tí broytist hetta tal einki, hóast bert annar vøllurin verður nýttur.
Hartil er tað væl avmarkað, hvussu stórar áskoðaramongdir landsliðið dregur. Tá talan er um stórdystir hevur Tórsvøllur verið nýttur, líka síðani hesin var klárur til altjóða nýtslu. Og teir dystirnir eru í mesta lagi ein um árið. Og hóast talan kann verða um hægri áskoðaratøl móti smærri tjóðum, so er spurningurin, hvussu stór hækkanin er. Tosað vit um atgongmerkja prís á 200 kr., so skal ein øking á 5.000 fólk til, um ein millión í inntøkum skal røkkast.
Og loksins, so hava tey bæði seinnu árini víst, at ein vøllur einsamallur ikki megnar at bera slitið, um venjingarnar og altjóða uppgávurnar verða ov nógvar í tali. Í løtuni verður arbeitt við at betra um svørðin á Tórsvølli, og tað kann vera ein bati í so máta. Men veruleikin er, at FSF í fjør nýtti grasundirlag góðar 60 ferðir. Og færri enn 10 ferðir av hesum varð tað Tórsvøllur, sum varð nýttur. Og hartil var talan um fleiri venjingar hjá bæði A- og U-landsliðum á graslíki.
Tað vil við øðrum orðum siga, at við teimum fortreytum, sum eru galdandi í dag, so má tímatørvurin minkast, um talan bert skal vera um annan vøllin. Og tann tímatørvurin verður best minkaður við at skerja landsliðsarbeiðið so ella so.
---

Høvuðstøl úr roknskapinum
(tkr.)
20052004
Inntøkur15.48317.521

Av hesum:
Frá UEFA5.2415.482
Frá FIFA1.4941.581
Frá Sportsfive3.1355.133

Frá útlandi íalt9.87012.196

% frá útlandi63,7%69,6%

Kostnaðir
Landsliðsarbeiði7.3647.957
Nevndararbeiði1.3481.405
Fyrisitingarkostnaðir6.9105.618

---
Landsliðskostnaður í 2005
(tkr.)
LiðKostnaðurInntøkur *Netto
U-19, menn331192-139
U-17, menn887192-695
U-14, menn2220-222
Kvinnulandslið4470-447
U-19, kvinnur292192-100

Tilsamans2.179576-1.603

* Inntøkurnar eru luttøkugjald frá UEFA