Tað hevur ofta víst seg at verið torført at savna leikararnar saman, meðan landskappingar koyra, og tí mugu teir ungu leikararnir nýta stóran part av summarfrítíðini til fótbóltin. FSF hevur boðað frá, at fýra U-landslið skulu í eldin í ár. Talan er um U19, U17 og U14 hjá dreingum og U19 hjá kvinnum.
Aftur til Aberdeen
U14 hjá dreinginum skal luttaka í Aberdeen International Football Festival í døgunum 16-21 juli. Úttøkuvenjingar hava verið í vár, og nú um dagarnar verða seinastu lunnar lagdir í fyrireikingunum til kappingina. U14- landsliðið hevur luttikið í kappingini í Aberdeen síðan 1995, og føroyingarnir plaga at standa seg hampuliga væl í kappingini. U14-landsliðið er mannað við spælarum úr smádreingjadeildini, og venjari er Matthias Davidsen. Mathias sigur við Sosialin, at verkfall o.a, hevur havt við sær, at dreingirnir ikki hava verið savnaðir so ofta, sum hann hevði ynskt, men leggur aftat, at hann hevur verið útið og sæð fleiri smádreingjadystir, so fyrireikingarnar skuldu verið á góðari leið. U14-landsliðið varð endaliga úttikið sunnudagin.
Komnir í torføran bólk
U17 landsliðið skal í tvær kappingar í ár. Fyrst stendur NM fyri durum og seinni í heyst EM-undankappingin. U17-landliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen, boðaði í síðstu viku frá, at endaligið hópurin til NM-kappingina er úttikin. Fleiri venjingardystir hava verið ímóti unglinga- og 2. deildarliðum, og tað hevur gingið hampuliga væl. Seinasta vikuskiftið var venjingarlega í Klaksvík, og komandi vikuskiftið samlast U17-landsliðið á Svangaskarið. Sjálv NM kappingin byrjar 30.juni og seinasti dystur verður 3.august. Føroyar eru endaðar í bólki við Noregi, Svøríki og Onglandi, so talan er um ein rættiliga torføran bólk hjá føroyingum.
Til EM-undankappingini í heyst, skal U17-landsliðið leika ímóti Rumenia og Eysturríki. Kappingin verður í seinast í oktober mánað í Rumenia.
Skulu til Georgia
U19-landsliðið er eisini farin undir fyrireikingarnar til EM-undankappingin í oktober. Venjingar verða hesa vikuna bæði í Havn og á Svangaskarði. Ætlanin er at møtast hvønn mikudag, tá landskappingini aftur ferð í gongd í august. U19-landsliðið er endað í bólki við Georgia, Belgia og Ukreina. Eins og undanfarin ár, er Jógvan Martin Olsen venjari hjá U19-liðnum
Kvinnurnar til Bulgaria
U19-kvinnurnar hava eins og mennirnir bara eina uppgávu í ár. Tær skulu eisini luttaka í EM-undankapping í heyst. U19-kvinnurnar venja eisini í hesum døgum, og ætlanin er, at liðið skal endaliga úttakast fyrst í august. Tann endaliga hópurin skal so venja saman til oktober, tá liðið skal til Bulgaria at leika. Eins og hjá U14-dreingunum, hava kvinnurnar ikki fingið vant so ofta, orsaka av verkfallinum, men enn er rúm tíð, at fáa fyrireikingarnar uppá pláss. Kvinnurnar eru í EM-undanbólkið við Onglandi, Bulgaria og Litava. Venjari hjá U19-kvinnunum er Álvur Hansen.









