Í fýra dagar hava 27 fólk frá frá kommunum, Landsverki, IRF og Strandferðsluni, verið á skeiði um at fyribyrgja og týna rottu. Umhvørvisstovan sigur, at á skeiðnum fingu tey holla vitan um rottu, bæði lívfrøðina og livihátt og um at finna fram til, hvar hon heldur til, og hvussu vit forða henni í at trívast. Harafturat fingu tey kunnleika um rottueitur og rottufellur. Tey fingu eisini at vita, hvussu ein bygningur kann tryggjast ímóti at rotta sleppur inn, og tey lærdu eisini at finna feilir á bygningum. Skeiðið endaði við próvtøku, so nú eru tey eisini løggildigur rottutýnarar og hetta eru samstundis teir fyrstu rottutýnararnir, sum hava fingið prógv í Føroyum.
Rotta er eitt herviligt skaðadjór, sum ber smittu við sær, ger skaða á bygningar, matvørugoymslur og fóðurgoymslur, og ikki minst er hon til stóran skaða fyri fuglalívið í náttúruni. Har rottan er komin fyri seg í Føroyum, eru lundin og skrápurin minkað niður í nærum einki.
– Men enn eru oyggjar, har rotta ikki er staðfest, og er tað okkara skylda at gera okkara ítasta fyri at forða rottuni at fáa fótin fyri seg í hesum oyggjum, og at minka um rottuna mest møguligt, har hon longu er, sigur Umhvørvisstovan.
Tey siga, at nú umboð fyri kommunur og ymsar stovnar, hittust, vóru góðar møguleikar hjá teimum at knýta samband ímillum sín og tað hevur hava stóran týdning fyri arbeiðið at fyribyrgja og týna rottu í Føroyum. Samstundis var undirtøka var fyri at, at aktingarfólk og onnur fakfólk, skulu hittast regluliga at tosa saman um rottutýning og onnur viðkomandi evni og at skifta orð um royndir.