Mikukvøldið stóðu teir lið um lið sum U-21 landsliðsvenjarar, men í kvøld standa Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68, og Heðin Askam, venjari hjá EB/Steymi, á hvørsínum skiftisbonki.
B68 hevur havt eitt vánaligt kappingarár higartil og teir liggja á einum sjeynda plássi, heili seks stig aftanfyri B36 á sætta plássi og bara tvey stig frammanfyri B71, sum er eitt pláss aftanfyri B68.
Í Sundalagnum er lagið gott eftir at teir vunnu steypakappingina á Summar Festivalinum. EB/Streymur kann við einum sigri koma uppá 31 stig, sum eins nógv og HB á øðrum plássi. Eftir eina heldur ringa byrjan, hevur EB/Streymur spakuliga arbeitt seg upp eftir stigatalvuni. Brian Kerr, landsliðsvenjari, helt fyri undan finaluni, at EB/Streymur í løtuni er sterkasta liðið í Vodafonedeildini.
Seinast liðini hitust var eitt týskvøld seint í maj . Tá vann EB/Streymur 3-0. Arnbjørn Hansen skoraði tvey, meåan Hans Pauli Samuelsen skoraði tað triðja.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.30









