U-21 skal eisini til Italia

Við at koma í bólkin, sum inniheldur seks lið, hevur U-21 landsliðið í fótbólti tveir dystir móti einum av lægst styrkismettu tjóðunum. Men á aðrar mátar var lutakastið einki serligt

Fótbóltur

Føroyar vóru fyrsta landið, sum varð drigið úr pottinum á Hotel Hilton í Stockholm, og tí komu vit í bólk 1, sum telur seks lið. Hinir bólkarnir telja fimm lið, og tí fingu Føroyar við hesum eitt annað av lægst styrkismettu liðunum í sín bólk.
Tað landið gjørdist Aserbadjan, og hóast hetta ljóðar sum langur ferðateinur, so gevur tað helst møguleika fyri eini hampuligari ítróttarligari úrtøku.

Avmarkað gleði
Men í aðrar mátar var lutakastið einki serligt fyri okkara viðkomandi. Albania, Grikkaland, Kroatia og Italia eru hini mótstøðuliðini, og tað gevur mest sannlíkt nakrar ógvuliga truplar dystir. Og tó at talan uttan iva verður um stóra uppliving, tá spælt verður móti Italia, so var gleðin í FSF so sum so eftir lutakastið.
- Fíggjarliga er hetta einki serligt. Har er langt at ferðast, og sum søluvøra til sjónvarpsrættindi er tað helst bara Italia, sum kann geva nakað sum helst av sær, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF.
- Men hetta er so tað, sum kann henda, tá lutakast er. Við hvørt spælir hepnið við og við hvørt ikki. Persónliga kundi eg væl hugsað mær, at vit høvdu fingið ein bólk, sum líktist tí íslendska, men tað er so einki at gera við tað, heldur Jens Erik.