U-21 móti Italia

Christian Mouritsen er aftur klárur til U-21-landsliðið, sum í komandi mánaði skal spæla á útivølli ímóti Italia

U-21 landsliðið, sum skal spæla ímóti Italia og Grikkalandi í komandi mánaði, er í dag úttikið, og har er fleiri nøvn við, sum ikki vóru við seinast vegna skaða.

Hvørki Christian R. Mouritsen, Arnbjørn Hansen ella Páll Mohr Joensen vóru við í hópinum seinast vegna skaða, men hesir eru allir við í hópinum, sum nú skal spæla úti ímóti Italia og heima ímóti Grikkalandi.

Landsliðsvenjararnir Bill Jacobsen og Heðin Askham hava tikið hesar leikarar út til dystirnar:

Jónas Tór Næs og Pætur T. Jørgensen úr AB, Einar Hansen, Jóhan Davisen og Bogi Løkin úr NSÍ, Poul Thomas Dam, Emil N. Leifsson, Ólavur í Ólavsstovu og Páll M. Joensen úr HB, Levi Hanssen úr Skála, Jóhan V. Gunnarson úr B36, Arnbjørn T. Hansen úr EB/Streymi, Sam Jacobsen úr GÍ, Magnus Olsen og Símun Rógvi Hansen úr B71, Kristoffur Jakobsen úr KÍ, Gunnar Nielsen úr Blackburn og Christian R. Mouritsen úr Manchester City.