Í gjár fóru trý umboð fyri FSF, Bill Mcleod Jacobsen og Heðin Askham, landsliðsvenjarar, og Virgar Hvidbro, aðalskrivari, til Nyon í Sveits, har lutakastið verður í dag klokkan 11.
Góðu úrslitini seinastu undankappingina, har millum annað Russland lá eftir á, er um reppi, at føroyska U-21 landsliðið verður seeda í næstniðasta seedingar lagi.
Føroyar eru styrkismettar sum nummar 42 av 52. Tey 52 landsliðini verða býtt í 10 bólkar ? tveir bólkar við seks liðum og átta bólkar við fimm liðum.
Um væl vil, so er møguleiki at koma í bólk saman við Svøríki, Danmark, Ísland og Norra, tí tey eru øll í hvørsínum seedingar bólki. Fyrstu dystirnir í undankappingini verða eftir ætlan longu leiktir 25. mars.
U21 lutakastið byrjar í dag kl. 11, og tað er møguligt at fylgja beinleiðis við á heimasíðuni hjá UEFA; www.uefa.com.









