Við at vera fyrsta landið úr pottinum i lutakastinum, fingu Føroyar bólkin, har eitt annað land úr niðasta styrkislagnum var at finna, ta U-21 lutakastið var í Stockholm í dag.
Umframt Føroyar, so er Aserbadjan í okkara bolki eisini styrkismett millum tey veikastu, og tí er ivaleyst ein vón fyri onkrum stigi, tá farið verður undir undankappingina.
Hini londini í bolkinum eru Albania, Grikkaland, Kroatia og Italia, so tað er eingin sum helst ivi um, at talan verður um knallharða mótstøðu, sum okkara menn fara at fáa.
Enn er ikki greitt, nær dystirnir skulu spælast. Tað er tó greitt, at spælidagarnir vera teir somu, sum teir eru hjá A-landsliðnum. UEFA ætlar hartil, at ymsu tjóðirnar skulu brúka allan dagin í dag til fundir, soleiðis at endaliga skráin er klár í kvøld.










