Í morgin klokkan 17:00 skal U-21 landsliðið hjá Føroyum spæla fyrsta dystin í nýggju EM undankappingini. Dysturin í morgin verður móti Azerbadjan. Eitt land, ið vit einaferð áður hava verið í bólki saman við í U-21 landsliðshøpi. Tað var til fyrstu EM undankappingina hjá U-21 landsliðnum hjá Føroyum nakrantíð. Vit vunnu tá heimadystin móti Azerbadjan 1-0, og spældu 2-2 á útivølli.
Merkisvert í U-21 hópinum hjá Føroyum hesa ferð er, at nærum eingin leikari hevur royndir frá U-21 landsliðsfótbólti áður. Einasti leikari í hópinum, sum er skrásettur fyri dyst á U-21 landsliðnum frá farnu undankapping er áleyparin Poul Ingason, sum millum annað skoraði útjavnandi málið hjá U-21 landsliðnum móti Rumenia fyri tveimum árum síðani.
Tað er eitt sindur óvanligt at talan er um so nógvar nýggjar leikarar á U-21 landsliðnum, tí tað plaga altíð at vera nakrir leikarar ið ganga aftur í tveimum undankappingum.
Hóast fáu royndirnar í hópinum, er einki at ivast í, at talan er um evnaríkar leikarar á okkara nýggja U-21 landsliðið.
Dysturin millum Føroyar og Azerbadjan verður spældur á Svangaskarði í morgin klokkan 17:00.
Í Sosialinum í kvøld ber til at lesa eina longri grein um nýggja U-21 landsliðið hjá Føroyum. Sosialurin á netinum kann keypast her.