Eitt av málunum, sum Jógvan Martin Olsen fleiri ferðir áður hevur nortið við, er, at Føroyar skulu hava eitt U-21 landslið.
Og á tíðindafundinum í FSF-húsinum staðfesti Óli Holm, formaður í FSF, at hetta er nakað, sum arbeitt verður við.
- Tað er avgjørt ein av fortreytunum fyri, at vit kunnu seta enn meira ferð á menningina av føroyskum fótbólti. Og tí er hetta heilt givið nakað, sum vit vóna kann koma upp á pláss skjótt.
- Men tað er givið, at hetta setir stór peningalig krøv, og tí er tað ikki ein avgerð, sum bara verður tikin uttan víðari. Men sum sagt, so arbeiða vit við hesum spurninginum í løtuni, og vónin er, at hetta kann verða greitt til komandi undankapping, staðfesti Óli Holm.
Og hetta seinasta bendir á, at støða verður tikin til spurningin rættiliga skjótt. Tí tað er ikki long tíð, áðrenn lutakastið til kappingina verður, og innan ta tíð má spurningurin vera greiddur.