Við einum 3-1 sigri á Noreg í bronsudystinum syrgdi føroyska U19-landsliðið í kvinnuflogbólti fyri kanska besta altjóða flogbóltsúrslitinum hjá Føroyum nakrantíð. Settúrslitini í dystinum vóru 25-27, 25-20, 25-17 og 25-14, so alt í alt gjørdist talan um knúsandi sannførandi sigur hjá føroysku kvinnunum. Ein sigur, sum eisini boðar frá eini góðari framtíð fyri føroysku flogbóltskvinnurnar, sum á oyggjaleikum í ár mistu gullið til Saaremaa.