Føroyska U-19 landsliðið er í hesum døgum í Luksemburg, har Føroyar spæla tveir venjingardystir móti U-19 landsliðnum hjá Luksemburg.
Í dag hevur so fyrri dysturin verður spældur, meðan tann seinna uppgerðin verður spæld hósdagin.
Dysturin, sum var spældur klokkan 18:00 føroyska tíð í kvøld, endaði við 1-0 sigri til Luksemburg.
Hálvleiksstøðan var 0-0, og einsamalla málið í dystinum kom tá 68 minuttir vóru leiktir.
Sambært Facebook síðuni hjá Fótbóltssambandinum, sum uppdateraði beinleiðis, var føroyska liðið leikliga omaná, meðan heimaliðið dúvaði meira uppá skjótálop. Føroyska liðið hevði fleiri góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.
Ímóti endanum av dystinum legði føroyska liðið nógv fyri at fáa útjavnandi málið, og viðførdi tað nøkur skjótálop ímóti sær, har Luksemburg í tí eina førinum fekk brotsspark. Men føroyski málverjin, Rói Mørk Hentze, møtti brotssparkinum.
Føroyska liðið sum spældi dystin var hetta:
Rói Mørk Hentze – Petur í Túni Petersen, Hugin Samuelsen, Andrias Edmundsson, Andri Benjaminsen – Magnus Holm Jacobsen (Sjúrður Pauli Nielsen), Mórits Heini Mortensen – Aron Knudsen (Gilli Samuelsen), Stefan Radosavljevic (Tonni Thomsen), Aksel Bjartalíð Danielsen (Hans Jákup Anfinnsson) – Niklas Kruse