Síðsti dysturin í EM undankappingini varð spældur í gjár. Tá spældi Føroyar ímóti Bulgaria, og úrslitið var málleysur javnleikur. Mótstøðan hevur annars verið stór, men føroyska liðið hevur staðið seg væl. Tó var javnleikurin í dag fyrsta stigið, sum liðið hevur fingið. Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-1 ímóti Turkalandi, og í næsta dystinum vann Danmark 2-0 á Føroyum.