Føroyska U 19 landsliðið í fótbólti fer í dag undir EM undankappingarumfar, sum verður spælt í Svøríki. Avbjóðingin er ivaleysa stór hjá føroyska liðnum, sum fríggjadagin klokkan 15 leggur fyri í Ljungby við at spæla ímóti svensku vertunum. Sunnudagin skulu Føroyar spæla ímóti Pólandi, og síðsti dysturin verður mikudagin ímóti Íslandi.
Bill Jacobsen og Heðin Askham eru venjarar hjá føroyska liðnum. Teir hava gjørt av, at føroyska liðið í 4-1-4-1 útgávu fer at síggja soleiðis út í morgin: Trygvi Askham, FSV04 Sam Jacobsen, GÍ, Jóhan T. Davidsen, Skála, Einar Hansen, NSÍ, Torkil Kollsker, HB Ólavur í Ólavsstovu, HB Pætur T. Jørgensen, HB, Levi Hanssen, Skála, Christian R. Mouritsen, Manchester City, Jóhan Ellingsgaard, B36 Bogi A. Løkin, NSÍ.
Teir, sum fara at sita á beinkinum og bíða eftir at sleppa upp í part í morgin, vera Rógvi Ryggshamar, LÍF, Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ, Kristoffur Jacobsen, KÍ, John Hansen, B36, Frank Poulsen, ÍF, Odmar Færø, Keith FC og Øssur Dalbúð, NSÍ.
Karl Vidtfeldt er ferðaleiðari, Brian Fossabrúgv er fysioterapeutur, og Jón Harald Poulsen er liðleiðari.