Bæði hjá kvinnum og monnum hava venjararnir nú gjørt av, hvørjir leikarar skulu takast út til U-19 landsliðini, sum í næstum skulu royna seg í altjóða kappingum.
Kvinnurnar skulu til eina sonevnda Mini-kapping í Pólandi, har leikt veðru rmóti Pólandi, Belgia og Kroatia.
Venjari hjá liðnum er Álvur Hansen, og navnlisti hansara til kappngina sær soleiðis út: Randi S. Wardum og Anna Joensen úr KÍ. Kristina D Simonsen, Linda Weihe, Jytta Drangastein og Fríða Beder úr AB. Ása Christiansen, Ása Dam á Neystabø, Unn Kragesteen og Elsa Maria Olsen úr B36. Doris í Garði Joensen, Rakul Magnussen og Mildrið Djurhuus úr EB/Streymi. Anja Klæmintsdóttir úr B68/GÍ. Sigrid Petersen úr ÍF. Heidi á Lakjuni og Jacoba Langgaard úr NSÍ og Mary-Ann Isaksen úr Skjold BK.
Umframt Álv Hansen eru Niklas á líðarenda (ferðaleiðari), Jón Harald Poulsen (hjálparvenjari), Durita Rouch (fysioterapetur) og Sonja á Líðarenda (liðleiðari) við á ferðini.
U-19 liðið hjá monnum fer í næstum undir EM-undankappingina, sum altso verður leikt í Føroyum í ár, og hetta krevur so eisini sínar fyrireikingar. Venjararnir báðir, Abraham Løkin og Pætur Clementsen, hava tikið endaliga hópin út, og hava hesir leikarar fingið boð um at møta til venjingarleguna: Svenn Jacobsen, Poul T. Dam, Páll M. Joensen, John Eivind R. Mouritsen og Emil N. Leifsson úr HB. Tórður Thomsen úr NSÍ. Símun Louis Jacobsen úr GÍ. Jóhan V. Gunnarsson og Ásbjørn V. Gunnarsson úr B36. Fritleif í Lambanum úr ÍF. Jóhan Petur Poulsen og Ovi Magnussen úr B68. Arnbjørn Theodor Hansen úr EB/Streymi. Poul N. Poulsen úr VB og Julian Samuelsen úr KÍ. Hartil eru Jónas Tór Næs, Gunnar Nielsen og Bogi Hermansen eisini í hópinum. Teir spæla allir tríggir í danska Frem.