U?19 kvinnurnar á veg til Bulgaria

B36 tykist eiga bestu framtíðina í kvinnukappingini, tí seks av teimum átjan spælarununm í ferðalagnum, sum er á veg til Bulgaria, eru úr árstalsfelagnum

U?19 KVINNUR

Fyrrapartin í gjár fór U?19 kvinnulandsliðið í fótbólti av landinum. Umvegis Keypmannahavn eru tær á veg til EM undankappingarumfar í Bulgaria. Tær skuldu í gjárkvøldið flúgva úr Keypmannahavn og til bulgarska høvuðsstaðin Sofia. Úr høvuðsstaðnum skuldu tær í nátt koyra í bussi tvørtur um so at siga alt Bulgaria. Sambært skránni skuldu tær koma til Varna eysturi við Svartahavið klokkan seks í morgun. Tað er har, at kappingin verður frá í morgin og inntil sunnudagin.
Fyrsti dysturin verður í annaðkvøld ímóti vertstjóðini. Fríggjadagin skulu føroysku kvinnurnar spæla ímóti Litavia, og sunnudagin skulu tær spæla ímóti Onglandi.
Flestu spælararnir eru úr høvuðsstaðnum. Burtursæð frá AB, B36 og HB eru tað bara B68 og KÍ, sum eru umboðað í Bulgaria.
Seks spælarar úr B36 eru í ferðalagnum. Tær eru Rósmari Haraldsen, Heidi Hansen, Selma Dahl Erol, Unn Kragesten, Ása á Neystabø og Ása Christiansen. Úr HB eru Randi Wardum, Linda Weihe, Kristina Simonsen og Malan á Dunga. AB spælararnir eru Elin Kathrina Haraldsen, Asta Magnussen og Maria Michelsen, og úr B68 eru tað Maibritt Olsen og Mary?Ann Isaksen.
Tríggir KÍ spælarar skulu við til Bulgaria. Talan er um Jóhonnu Ólavsdóttir, Elsu Mariu Simonsen og Petru Sjóstein. Tær tríggjar komu til Keypmannahavnar úr Umeå í Svøríki seinnapartin í gjár. Í Umeå hava tær saman við KÍ spælt í Europa Cup.
Venjari er Álvur Hansen, Jón Harald Poulsen, er hjálparvenjari, Hedvig Matras er fysioterapeutur, Elin Christiansen er liðleiðari, og Guðrið Joensen er ferðaleiðari.