Føroyska U17 landsliðið í fótbólti spældi í gjárkvøldið ímóti Sveis í EM-undankapping í Norðurírlandi. Sveis verður roknað sum sterkasta landið í bólkinum, og Føroyar stóðu seg heilt væl ímóti teimum. Dysturin endaði við einum teprum 1-0 sigri til Sveis. Føroyar skulu eisini spæla ímóti Norðurírlandi og Kypros, og teir dystirnir verða leygardagin og týsdagin. Venjarar hjá føroyska liðnum eru Pætur Clementsen og Finn Johannesen.