U-17 landsliðið í eldin í kvøld

U-17 landsliðið skal spæla sín fyrsta dyst í EM-undankapping í kvøld. Venjarin, Pætur S. Clementsen, vónar, at liðið megnar at fáa okkurt gott úrslit í Norðurírlandi, men hann ásannar, at hetta ikki verður nøkur løtt uppgáva.

Føroyska U-17 landsliðið var í summar til NM-kapping, sum var hildin í Føroyum. Ta ferðina megnaðu teir at vinna ein dyst ímóti Íslandi, og sjálvt um teir endaðu niðast í sínum bólki, so vóru teir bert eitt stig frá at koma víðari úr bólkinum. Hetta bleiv mett at vera eitt framúr gott úrslit frá okkara ungu landsliðsleikarum.
Í kvøld skal U-17 landsliðið aftur í eldin. Nú stendur EM-undankapping fyri framman, og leikarar, venjarar og leiðarar eru farin til Norðurírlands, har kappingin er.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ Her er landsliðið í bólki saman við Sveis, Kypros og vertunum úr Norðurírlandi.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skulu leika á Windsor Park
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Fyrsti dysturin er á skránni kl. 17.30 í kvøld, tá føroyska landsliðið skal leika ímóti Sveis. Pætur S. Clementsen, venjari hjá U-17 landsliðnum, sigur, at dysturin í kvøld kann gerast rættiliga trupul.
 - Sveis hevur vanliga sera sterk ungdómslandslið, og tí kann dysturin í kvøld gerast rættiliga trupul. Vit ætla tó at gera okkara besta, og kanska vit so fara at røkka einum góðum úrsliti.
Næsti dysturin verður leygarkvøldið, tá vertirnir úr Norðurírlandi standa fyri framman. Tað serliga við hesum dystinum er, at føroyska landsliðið skal leika á norðurírska tjóðarvøllinum, Windsor Park, og hetta verður helst eitt stórt upplivisli fyri dreingirnar.
Síðsti dysturin verður týsdagin, tá Føroyar skulu leika ímóti Kypros.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Vit ætla okkum stig
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Føroyski venjarin, Pætur S. Clementsen, hevur góðar vónir til føroyska landsliðið. Hann væntar tríggjar torførar dystir, men sigur seg vóna, at føroyska liðið kann taka okkurt av hinum liðunum á bóli.
 - Dysturin móti Sveis verður strævin. Teir eru góðir, og her skulu vit ikki vænta okkum tað heilt stóra. Vit ætla tó at gera okkara besta.
 - Í hinum báðum dystunum hava eg tó góðar vónir um at fáa stig. Bæði Norðurírland og Kypros eiga at hava betri ung lið enn vit, men við eitt sindur av hepni og vilja frá leikarunum, so haldi eg heilt víst, at vit kunnu taka okkurt av hesum báðum liðunum á bóli, sigur Pætur S. Clementsen at enda úr Norðurírlandi.