FÓTBÓLTUR
Síðstu vikuna hevur føroyska U-17 landsliðið verið til EM-undankapping í Norðurírlandi, har teir hava verið í bólki saman við Sveis, Kypros og vertunum úr Norðurírlandi.
Áðrenn fráferðina úr Føroyum høvdu føroyingar vónir um at fáa stig, men venjarin, Pætur S. Clementsen, ásannaði, at fyrsti dysturin, sum var ímóti Sveis, fór at vera trupul. Hann metti hinvegin, at stigini skuldu fáast í dystunum ímóti Norðurírlandi og Kypros.
Sum so fekk Pætur eisini rætt. Føroyar tapti teirra fyrsta dyst ímóti Sveis, men úrslitið var sera gott. Í fyrra hálvleiki kláraði føroyska liðið at halda málið reint, og okkara lið hevði eisini ein stóran møguleika at leggja seg á odda, tá ein av leikarunum gjørdist einsamallur við sveisiska málverjanum. Sveisiski málverjin bjargaði tó møguleikanum, og tí var støðan 0-0 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki legði Sveis bragdliga fyri, og eftir góðar 10 minuttir gav hetta úrslit. Teir løgdu seg á odda 1-0, og henda støðan helt sær restina av dystinum. Vit frætta tó úr Norðurírlandi, at føroyska liðið trýsti Sveis síðstu løtuna, og at teir spældu ein góðan dyst ímóti einum av heilt góðu liðunum í Evropa.
Góður dystur á Windsor Park
Leygardagin skuldi føroyska liðið so spæla á Windsor Park, sum er tjóðarvøllurin hjá Norðurírlandi. Her skuldu teir møta Norðurírlandi, og føroyingarnir vónaðu at fáa stig í hesum dystinum. Pætur Clementsen helt henda dystin vera tann besta hjá føroyska liðnum.
- Hetta var heilt víst besti dystur hjá okkum á túrinum. Norðurírarnir høvdu bóltin nógv, men vit stóðu ótrúliga væl defensvt. Í fyrra hálvleiki skaptu teir bert ein stóran møguleika, og ta ferðina stórbjargaði málverjin hjá okkum. Í hinum endanum skaptu vit tveri stórar møguleikar, sum kundu givið mál, men heldur ikki henda dystin var eydnan við okkum
Sum so ofta áður taptu Føroyar eisini henda dystin, men norðurírarnir máttu bíða heilt til yvirtíðina, áðrenn teir fingu málið. Dysturin endaði 1-0 til vertirnar, og síðstu 10 minuttirnar høvdu teir lagt Føroyar undir eitt stórt trýst.
Enn einaferð má sigast, at føroyska liðið var óheppið. Teir vóru farnir til Norðurírlands eftir einum stigi, men enn var hetta ikki komið.
Javnleik ímóti Kypros
Men stigið skuldi tó koma. Í síðsta dystinum møtti Føroyar Kypros, og hesi bæði liðini skuldu spæla um triðja plássið.
Føroyska liðið byrjaði dystin væl, og teir vóru væl betra liðið í fyrra hálvleiki. Hetta gav eisini úrslit um miðjan hálvleikin, tá Páll Klettskarð legði Føroyar á odda. Nú hevði føroyska liðið endiliga skorað, og nú lá eitt gott úrlsit í luftini. Hálvleiksstøðan var 1-0 til Føroyar, og vit frætta úr Norðurírlandi, at hálvleiksleiðslan var fult uppiborin.
Í seinna hálvleiki var gongdin tó vend. Nú stýrdi Kypros dystinum, og eftir á leið 20 minuttir gav hetta úrslit. Tá javnaðu kypriotarnir, og restina av dystinum trýstu teir fyri at fáa sigursmálið. Hetta kom tó aldrin, og sostatt fingu Føroyar eitt stig í kappingini, og hetta er Pætur S. Clementsen sum heild væl nøgdur við.
- Ja, vit fóru til Norðurírlands at fáa stig, og vit koma heimaftur við einum. Hetta eru vit allir væl nøgdir við. Við eitt sindur av hepni kundu vit tó fingið enn fleiri stig. Vit tapa í yvirtíðini ímóti Norðurírlandi, har vit eisini spæla ein frálíkan dyst, so eg haldi ikki vit kunnu vera annað enn nøgdir við úrslitið, sigur Pætur Clementsen at enda.
Føroyska ferðalagið kemur heim í kvøld, og teir kunnu ikki vera annað enn glaðir fyri úrslitið. Tað er ikki oftari enn so, at eitt føroyskt U-landslið hevur verið í undankapping og er komið heim aftur við einum málmuni á 1-3.










