Nú sleppa U17 dreingja- og gentulandsliðini í flogbólti at royna seg í altjóð kapping í Svøríki.
Liðini fóru úr Føroyum mikukvøldið og skulu leika fyrstu dystirnar fríggjadagin. Kappingin endar sunnudagin, og liðini verða heima aftur mánadagin.
Hetta er fyrstu ferð at Flogbóltssambandið sendir lið til U-17 kappingarnar, og formaðurin i FBF, Magnus Tausen, sigur, at um úrslitini og royndirnar verða góðar av hesum tiltaki, so er væntandi, at hildið verður áfram við hesum.
Nógv landsliðsvirksemi hevur annars verið hjá Flogbóltssambandinum í ár og eru U-17 liðini tey 5. og 6. landsliðini sum eru uttanlands í ár.
U-19 landsliðini vóru í kapping um mánaðarskiftið august/september, og bæði A-landsliði hjá kvinnum og monnum hava kappast í EM-undankappingini, har manslandsliðið eisini hevur leikt seg víðari til endaumfarið, sum varður á Kýpros 4.-6. mai í 2007.










