Liðini, sum komu víðari frá undankappingunum í heyst, skulu spæla eitt umfar í mars mánað fyri at finna fram til tey 7 londini, sum umframt vertirnar skulu spæla um EM fyri U17 lið í Turkalandi í apríl 2008.
Fyri føroyingar var tað tó mest áhugavert hvussu lutakastið fór at vera til komandi undankappingina, sum verður á heysti 2008.
Føroyar komu í bólk 4, sum skal spæla sínar dystir í Portugal 13. til 21. september 2008. Londini í bólki 4 eru Wales, Portugal, Føroyar og Kasakstan.
Venjarar hjá U-17 landsliðnum eru Pætur Clementsen og Finn Johannesen.










