Tzipi Livni á odda

Tey fyrstu tølini frá valinum í Ísrael í dag benda á, at flokkurin Kadima hevur vunnið valið

Sambært ísraelska sjónvarpinum Chanel 1 vísa tey fyrstu valtølini, at flokkurin Kadima hjá Tzipi Livni, uttanríkisráðgarra fær 30 tinglimir og er landsins størsti. Men munurin millum Kadima og flokkin Likud hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu er lítil, tí Likud fær sambært tølunum 28 umboð á ting.

Tann víðgongdi høgraflokkurin Israel Beiteinu fær ætlandi 14 ella 15 tinglimir, meðan Arbeiðaraflokkurin fær 13.

Eygleiðarar í Ísrael siga í kvøld, at verður hetta úrslitið, fer Netanyahu at skipa stjórn. Eftir tølunum Kadima og vinstraflokkarnir 56 umboð í Knesset, meðan Likud og høgraflokkarnir hava 64.