Tystur norðmaður

Løgreglan á markinum millum Danmark og Týskland tók í vikuni ein norðmann, sum hevði 3.333 kassar av øli ella 80.000 ølfløskur, sum hann hevði stúgvað saman í einum viðfestivogni.

Løgreglan sigur, at maðurin skuldi koyra ølið til eitt ávíst stað í Danmark, haðani tað so skuldi sendast til Noregs í smærri nøgdum. Vanliga fáa tey, sum smugla ov nógv øl um danska markið, bót, men í hesum førinum var nøgdin so stór, at norðmaðurin kann vænta at enda í fongsli, sigur løgreglan.

Danska stjórnin hevur seinastu árini roynt fleiri stig fyri at tálma tí stóra ølkeypinum sunnan fyri markið, men uttan stórvegis úrslit. Tað er heldur ikki so løgið, at fólk fara um týska markið at keypa øl. Í vikuni kostaðu fimm kassar av øli 200 krónur har.