Tyson vil boksa ímóti konufólki

Fyrrverandi heimsmeistarin í boksing Mike Tyson fer fríggjadagin undir eina boksiferð, har hann fer at boksa dystir sum show. Á tíðindafundi í gjár legði hann upp til, at hann skuldi boksa ímóti einum konufólki. Hann sipaði til boksistjørnuna Ann Wolfe og segði, at dysturin teirra millum skuldi bara vera til stuttleika.Umboðsmaðurin hjá Ann Wolfe hevur svarað, at hetta kemur als ikki upp á tal. Hon fer ikki at boksa ímóti einum manni, sum vigar 35 kilo meira enn hon.