Tyson sum filmur

Tað hevur ikki gingist serliga væl fíggjarliga hjá Mike Tyson, hóast hann vann sær hópin av milliónum, tá hann í fleiri ár var fyrst fremsti

– og síðani mest umrøddi nevaleikarin í heiminum. Við amerikanska Review-Journal sigur Tyson, at hann nú er í ferð við at gera ein film um seg sjálvan. Hesin skal vera liðugur um tvey ár, og sambært Tyson sjálvum verður tað Oscar-virðislønit Jamie Foxx, ið skal hava lieklutin sum Mike Tyson.