Tyson skal boksa móti Tom Jones

Hann er vorðin 40 ára gamal, men nevaleikur er framvegis tað einasta, sum hann dugur. Tí hevur Mike Tyson gjørt av, at hann í ár fer at boksa eina røð av show-dystum, soleiðis at hann kann vinna sær nakað av peningi.
Og fyrsti mótstøðumaðurin er longu funnin. Tað verður 66 ára gamli walisin, Tom Jones, sum skal royna seg í ringinum móti manninum, sum plagdi at verða nevndur Iron-Mike.
Milliónirnar eru annars rullaðar inn á bankabókina hjá Tyson gjøgnum yrkisleið hansara, men ein blanding av vánaligari ráðgeving, stuldri og eini ovurstórari privatnýtslu hevur fyri langari tíð síðani forkomið hesum.
Tyson trein av álvara á altjóða pallin í 1985. Longu árið eftir gjørdist hann yngsti tungvektsmeistarin í søguni, og fram til 1992 var ikki líkt til, at nakar kundi standa honum kurl. Tapið móti James Buster Douglas í Tokyo var tó byrjanin til neyðina. Síðani hevur Tyson fleiri ferðir roynt at fáa gongd á aftur yrkisleiðina, og hann hevur eisini verið í fongsli, eftir at hann varð dømdur fyri neyðtøku.