Tyson græt

Mike Tyson, sum í boksiringinum var eitt náðileyst ódjór, læt tárini fáa frítt at fara, tá hann í gjár vitjaði í sjónvarpsstovuni hjá Oprah Winfrey. Tosið fall inn í fýra ára gomlu dóttrina hjá Tyson, sum í vár misti lívið, og tá orkaði Tyson ikki meira. – Eg veit ikki, hvat hendi, og eg vil ikki vita tað. Fann eg útav, at eg kundi givið onkrum skyldina fyri hetta, hevði tað verið ein trupulleiki, segði ein grátandi Mike Tyson.